Millum Frændur - Kanst tú siga Farvæl

Published 2010-02-08
Kanst tú siga Farvæl, Millum Frændur, Kærleikans Vallaraheim
Orð og lag - Steintór Rasmussen
Upptøkuár - 1998, Studio Pegasus
Myndir og sett saman - Rasmus Steintórsson

Tú hevur hugt út yvir fjørðin
Og longst at sloppið vekk
Langt langt vekk frá hesum myrka tunga staði
Tú hevur uppbrúkt alla orku
Og teir kjansir sum tú fekk
So í mangar mátar er tað jú í lagi

Kanst tú siga farvæl
Til hesar kendu gøtur
Leggja heimin fyri tínar smáu føtur

Høgt tað er til himmals
Millum fjøllini er trongt
Í barmi tínum brennur sannur longsul
Tá hurðar latast aftur í hjørtunum er stongt
Gert býurin og lívið her títt fongsul

Kanst tú siga farvæl
Til hesar kendu gøtur
Leggja heimin fyri tínar smáu føtur

Ein kláran heystarmorgun
Í følvinum sá spor
Tú kleiv tað skarð har ivin vildi valla
Mót hægstu hugans tindum
Stór og vøkur orð
Tú vildi áðrenn dagur fór at halla

Kanst tú siga farvæl
Til hesar kendu gøtur
Leggja heimin fyri tínar smáu føtur

All Comments (21)
  • @Jogvanelias
    Grát mítt kæra Land. .givið burtur fyri pengavolapuk
  • @eptsen1
    hettar er sangurin hjá mær og elskan min <3
  • @315foss
    This song is a symbolic song for a lot of faroese people I think. For me its a symbol for a happy childhood <3
  • @ConradPascal
    its is beautiful. I love this song. God bless the faroese. God bless Steintór Rasmussen. God bless Eyòun Nolsøe. God bless Rani Nolsøe. God bless. God bless Frændur. Gud signi førøyar. Gud signi Frændur.
  • @starwolffan13
    Ikki bara bara, tá ið man nú býr í California. Gleði meg til at sleppa heim aftur, ein túr.
  • @hedin73
    Ja eg bugvi i vestur Canada so eg kann naestan ikki sleppa longur vekk. sumatidur sakni eg myrkri og tokuna og regni :)nmenn her skinur solin 330 dagar umm arid, so eg veri her.
  • @Bacardwoman
    Sakni oyggjnar tá eg finni góðar gamlar fø sangir :) Klagsjingar eru cool, teir krima :)
  • @Toicz
    <3 god sang, og god tekst i:
  • cont. Can you say goodbye to these wellknown streets, put the world in front of your small feet A clear autumn morning Tracks can be seen in the snow You climbed the cliff where doubt wanted to rule To the highest cliffs of thoughts Great and beautiful words You wanted to before the day ended Can you say goodbye to these wellknown streets, put the world in front of your small feet
  • @Bursin4140
    hannsjaaalvur, ordiliga í tí kreativa humørinum :D
  • You've looked upon the fjord And you've longed to get away Far far away from this dark and dreary place You've used up all your strength And the chances that you got So in many ways it's alright Can you say goodbye to these wellknown streets, put the world in front of your small feet It's high to the heavens It's so crushing between the mountains In you chest a true longing burns When doors close, inside your heart is locked The city and life here becomes your prison